Go-Kart
Einstaklingar:
Fleiri møguleikar eru, td:
Leiga av Go-Karti í 7 - 10 - 20 - 30 ella 60 min. við tíðar skráseting.
Kapping:
Kappingin er 10 min. venjing/qualify og so 3 kappingar á 6 rundur.
Hvør kappingin tekur uml. 1 tíma og vit viðmæla minst 6 luttakarar eru til hvørja kapping.
Føroya Tele Cup
Føroya Tele Cup er ein kapping sum er í mai mánað, og er ætlað øllum fyritøkum. Hon er bygd upp á tann hátt, at fyrst kappast fyritøkan innanhýsis fyri at finna ein vinnara, sum so umboðar fyritøkuna í finaluni, sum er síðsta sunnudag í mai.
Kappingarnar eru skipaðar við -
10 min. Venjing/ Qualify
3 kappingar á 6 rundur.
Mini LeMans
Mini LeMans er ein lið kapping, ið varar 5 tímar.
Fyri at luttaka skulu 3-5 fólk vera á hvørjum liði og at luttakararnir hava koyrt Go-Kart fyrr. Tað liði sum hevur koyrt flest rundir eftir 5 tímum hevur vunnið.
Kappingin er leygardagin 3. juni. kl.8 2023
Hey Kappingin
Vit samlað 10 tey skjótastu ígjøgnum ári til eina finalu kapping, har vinnarin fær eitt gávukort frá Hey á kr. 5000,-
Øll eru við í Hey kappingini.
Fyri at luttaka í kappingini skalt tú hava skjótastu ella næst skjótastu rundina í mánaðinum. Og her er talan um Mai, Juni, Juli, August og September mánaðirnar.
Endaliga kappingin er sunnudagin tann 24. September og verður koyrd eftir somu reglum sum FTC: 10 min. venjing/qualify og síðan 3 kappingar á 5 min.
Okkara meistaraskap
"Okkara meistaraskap" er ein nýggj kapping har tú kappast 36 kappingar í 12 umførum. (3 kappingar sama dag)
Samla vinir/arbeiðspláss/bindiklubb ella onnur til hetta einastandandi tiltak.
Min 6 luttakarar pr kapping.
Kappingin verður koyrd ein ávísan dag hvørja viku.
Kappingarnar eru bygdir upp soleiðis at byrja verður við 10 min venjing/qualify og so verður koyrt 3 kappingar á 5 min..
Stigini frá hvørjari kapping vera løgd saman, og tann sum hevur minst stig tá 36 kappingar eru koyrdar hevur vunnið.
nr 1 fær 1 stig og nr 2 fær 2 stig o.s.v.
Steyp og heiðursmerkir kunnu keypast við kappingini.
Kappingin kostar 2998kr fyri hvønn sum verður goldið tll fyrstu koyring.
2016 R.Árting
Longd
Føroya Tele Cup.
Mini LeMans AD-IMPORT (Tanja Dahl, Birita Haasen, Benjamin M Danielsen)koyrt á Føroya tele
2017 Koffi
Longd. ca 650m
Føroya Tele Cup. Hjálpirót (Tummas Óli Olsen)
Mini LeMans. AD-IMPORT (Tanja Dahl. Birita Haasen Benjamin M Danielsen)
2018 H.Rasmusen
Longd.ca.570m
Føroya Tele Cup. G-Cargo (Ólavur Hvíthamar)
Mini LeMans. AD-IMPORT (Tanja Dahl, Birita Haasen, Benjamin M Danielsen)
Hey kappingin. Rúni Árting
2019 R. Simonsen
Longd.ca.670m
Føroya Tele Cup. Demich (Hans Magni Danielsen)
Mini LeMans. AD-IMPORT (Tanja Dahl, Birita Haasen, Benjamin M Danielsen)
Hey kappingin. Gunnar Dam
2020 A. Ísakson
Longd.ca 400m
Føroya Tele Cup. Føroya Tele (Jan Max)
Mini LeMans. AD-IMPORT (Tanja Dahl, Birita Haasen, Benjamin M Danielsen)
Hey kappingin.
2021 Á. Lutzen
Longd.ca 400m
Føroya Tele Cup. Føroya Tele (Rúni Árting)
Mini LeMans. Corona
Hey kappingin.
2022 A. Dahl
Longd.ca 400m
Føroya Tele Cup. Streym Diving (Steinmund Klakstein)
Mini LeMans. AD-IMPORT (Tanja Dahl, Birita Haasen, Benjamin M Danielsen)
Hey kappingin.
Go-kart kappingarnar byrjaðu í 2008 og kallaðu vit tær fyri Føroya Tele Cup. kappingin var hildin á parkerings økinum á høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Kappingin er skipa soleiðis: Byrja verður við 10min Qualify, hetta er samstundis venjing, eftir hetta eru 3 kappingar har tann ið vinnur fyrstu kappingina byrjar aftast í næstu kapping o.s.f
Ári eftir, í 2009, byrjaði Mini Lenans ið er ein lið kapping, við 3-5 luttakarum á hvørjum liðið, har koyrt verður í 4 Tímar út í eitt, vinnarin er tað liði ið hevur koyrt flest umgangir tá tíðin er av.
Ì 2015 fingu vit nýggja útgerð, Go-kartar, og sigast má at teir vóru kærkomnir. Teir gomlu ið høvdu tænt síðani 2008 vóru nú illa slitnir og máttu fleiri umvælingar til nærum hvørja kapping fyri at hava teir koyrandi . 2015 var eisini árið har skipa var fyri fyrstu koyrifrálæruni, hetta var skipa sum ein blanding av undirvísing við teori og koyring, og vardi í 4 tímar.
At undirvísa hava vit haft nakrar av Føroya bestu koyrarum:
2015 Rúni Àrting og Tórolvur Samuelsen
2016 Tórolvur Samuelsen Erling Dalsgaard og Torkil Hansen,
2017 Tanja Dahl, Birita Hansen og Benjamin Magnason Danielsen
2019 Agnar Dahl
2020 Agnar Dahl
2022 Agnar Dahl
Øll hava tey vunnið fleiri av teimum kappingunum í hava verið.
Nevnast kann til stuttleika at Tanja Dahl, Birita Hansen og Benjamin Magnason Danielsen luttóku sjálv í 2015 og 2016 á skeiði og hava síðani 2017 baði hildið skeið og ikki minst vunnið mini Le-mans 5 ferð.
Í 2017 fluttu so kappingarnar niðan á Skarðshjalla til nýggjar og góðar umstøður. Møguleikar eru nú fyri at broyta breytina á hvørjum árið og lætt at tillaga hana til Road race, knallert kappingar, tað hettar er aktuelt.
Breytirnar vera navngivnar eftir viðkomandi ið hevur uppsett tær.
2016 R. Árting eftir Rúna Árting
2017 Koffi eftir Petur Martin Johansen
2018 H. Rassmusen eftir Henrik Rassmusen
2019 R.Simonsen eftir Rana Simonsen
2020 A. Ísakson eftur Albin Ísakson
2021 Á. Lutzen eftur Ásgrímur Lutzen
2022 A. Dahl eftur Agnar Dahl