Leggið til merkis.
Vit gera vart við, at fólk við hjartatrupuleikum ella ov høgum blóðtrýsti, kvinur ið eru við barn, fólk við ryggskaða eins og fólk í eru ávirka av rúsdrekka, rúsevnum ella heilivági eru í vandabólki og tí ikki kunna luttaka í virkseminum hjá sús.
Breytdagur 2024
Aftur í ár hava tit møguleikan at prøva rullu- og bremsisfeltið á Glasi ímillum kl 17.00 til 20:00 Fríggjadagin 19. Apríl
Rullufeltið mátar hvussu nógva orku (HK/NM) bilurin hevur og um útlátið er sum tað eigur at vera.
Bremsufeltið kannar støðuna á bremsum, skeivleika, rullumótsand osf.
Síðani verður tað koyrt uppi á bananum frá kl 13.00 Leygardagin 27. Apríl
Tíðarbóking er neyðug á 608888.
Kostnaður 500,-
Go-kart skeið fyri børn 2024
Aftur í ár skipa vit fyri einum Go-Kart skeiði fyri børnum. Skeiðið er tvær ferðir um vikuna í 3 vikur, og er ætlað børnum, ið eru frá 125 cm til 150 cm høg.
Undirvísingin er ein tíma hvørja fer.
Á skeiðinum koma vit at undirvísa um:
Reglar og fløgg
Hvussu ein Go-Kartur er uppbygdur, og trygdarútgerð
Innbremsing
Ideallinju
Yvirháling
Síðsta dagin gera vit eina kapping millum luttakarnar
Prísurin fyri skeiðið er 2800kr.
Skeiðið byrjar 6/5-2024 til 22/5-2024 og er Mána- og Mikukvøld kl: 17:00.
Koyriskeið
Vit hava einki MC skeið í ár.
Skeiðið inniheldur:
Røtt brúk av sjónini (umframt fokuseringspunkt)
Flow
Røtt innstýring inn í sving
Maximal niðurbremsning
Regulera speedara
Koyring gjøgnum sving við grúsi, so tú glíður út.
Skeiðið varar í 5 timar. Vit byrja kl 8.00 og enda um 14 tíðina. Møguligani eina løtu longur. Døgurða steðgur verur kl 11 til 12.
Avmarkað luttøka.
Prísur 500kr.
Skeiðs haldarar eru Herbert í Lon og Agnar Dahl
Okkara meistaraskap
"Okkara meistaraskap" er ein nýggj kapping, har tú kappast 18 kappingar í 6 umførum. Kappingin verður koyrd ein ávísan dag hvørja viku í 6 vikur.
Kappingarnar eru bygdir upp soleiðis, at byrjað verður við 10 min. venjing/qualify, og síðani 3 kappingar á 5 min + 1 rundu hvør.
Stigini frá hvørjari kapping verða løgd saman, og tann sum hevur minst stig, tá 6 umfør eru koyrd, hevur vunnið.
Um tú ikki finnur nakran bólk at koyra í, kunna við hjálpa.
Steyp og heiðursmerkir kunnu keypast til kappingina.
Kappingin kostar 1800kr fyri hvønn.