Go-Kart

Go-Kart


Einstaklingar:

Fleiri møguleikar eru, td:

Leiga av Go-Karti í 7 - 10 - 20 - 30 ella 60min við tíðar skráseting.

Kapping:

Kapping er 10 min venjing/qualify og so 3 kappingar á 5min +1 runda.

Hvør kappnig tekur uml. 1 tíma og vit viðmæla minst 6 luttakarar eru til hvørja kapping.


Føroya Tele Cup

Føroya Tele Cup er ein kapping sum er í Mai mána og er ætlað fyritøkum, hon er uppbygd uppá tann mátan at Fyrst kappast fyritøkan innan hýsis fyri at finna ein vinnara sum so umboðar fyritøkuna í finaluni sum er síðsta sunnudag í mai

kappingarnar eru skipaðar við -

10min Venjing/ Qualify

3 Kappingar á 5min +1 rundu


Mini LeMans

Mini LeMans er ein lið kapping í varar 4 tímar.

Fyri at luttaka skulu 3-5 fólk á vera á hvørjum liði og at luttakararnir hava koyrt Go-Kart fyrr. Tað liði sum hevur koyrt flest rundir eftir 4 tímum hevur vunnið.

Kappingin er fyrsta leygardag í juni


Her sært tú úrsliti av kappinginum https://speedhive.mylaps.com

Bílegg pláss á 608888 ella sus@sus.fo


Stutt um Go-Kart Søguna

Go-kart kappingarnar byrjaðu í 2008 og kallaðu vit tær fyri Føroya Tele Cup. kappingin var hildin á parkerings økinum á høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Kappingin er skipa soleiðis: Byrja verður við 10min Qualify, hetta er samstundis venjing, eftir hetta eru 3 kappingar har tann ið vinnur fyrstu kappingina byrjar aftast í næstu kapping o.s.f

Ári eftir, í 2009, byrjaði Mini Lenans ið er ein lið kapping, við 3-5 luttakarum á hvørjum liðið, har koyrt verður í 4 Tímar út í eitt, vinnarin er tað liði ið hevur koyrt flest umgangir tá tíðin er av. Ì 2015 fingu vit nýggja útgerð, Go-kartar, og sigast má at teir vóru kærkomnir. Teir gomlu ið høvdu tænt síðani 2008 vóru nú illa slitnir og máttu fleiri umvælingar til nærum hvørja kapping fyri at hava teir koyrandi .

2015 var eisini árið har skipa var fyri fyrstu koyrifrálæruni, hetta var skipa sum ein blanding av undirvísing við teori og koyring, og vardi í 4 tímar.

At undirvísa hava vit haft nakrar av Føroya bestu koyrarum: 2015 Rúni Àrting og Tórolvur Samuelsen

2016 Tórolvur Samuelsen Erling Dalsgaard og Torkil Hansen,

2017 Tanja Dahl, Birita Hansen og Benjamin Magnason Danielsen

Øll hava tey vunnið fleiri av teimum kappingunum í hava verið.

Nevnast kann til stuttleika at Tanja Dahl, Birita Hansen og Benjamin Magnason Danielsen luttóku sjálv í 2015 og 2016 á skeiði og hava síðani 2017 baði hildið skeið og ikki minst vunnið mini Le-mans 2 ferð.

Í 2017 fluttu so kappingarnar niðan á Skarðshjalla til nýggjar og góðar umstøður. Møguleikar eru nú fyri at broyta breytina á hvørjum árið og lætt at tillaga hana til Road race, knallert kappingar, tað hettar er aktuelt.

Breytirnar vera navngivnar eftir viðkomandi ið hevur uppsett tær.

2016 R. Árting eftir Rúna Árting

2017 Koffi eftir Petur Martin Johansen

2018 H. Rassmusen eftir Henrik Rassmusen